Í døgunum 27. – 29. apríl vóru allir næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.
10. juni varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Eins og frágreiðingin, sum kom út í november í fjør, verður í hesari gjørt nakað burtur úr viðgerðini av úrslitunum.
Í niðurstøðuni verður greitt frá tí arbeiði, sum verður gjørt framyvir. Sum nevnt varð í november, heldur arbeiðið at menna uppgávurnar fram, hetta verður gjørt saman við uppgávunevndunum.
Landsroyndarfrágreiðingin, saman við hagtølum, ið verða send skúlunum, eru amboð, ið skúlar brúka sum eftirmetingaramboð.
Landsroyndarfrágreiðingin kann lesast her.
Facebook viðmerkingar