Seinastu dagarnir hevur verið ávíst virksemi framvið vøkru ánni, sum rennur ígjøgnum Porkeri. Sjálvboðin eru farin undir at gera eina gøtu framvið ánni, soleiðis at tað verður lættari atkomiligt at njóta løturnar í vakra umhvørvinum framvið ánni.
Arbeiðið byrjaði í vikuskiftinum og sum skilst er ætlanin at hava gøtuna lidna um einar vikur.
Facebook viðmerkingar