Johan Joensen setur jóansøkuna

Í morgin, fríggjadagin 25 juni, fer jóansøkan av álvara í gongd. Mongu og virknu ítróttarfeløgini í kommununi savnast í Nýggja Skúlagarði og koma í skrúðgongu vestur til jóansøkutorgið í miðbýnum, har Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, tekur ímóti.

Kl. 19:00 setur Johan Joensen, fyrrv. lærari og stjóri í Tvøroyrar Skúla, jóansøkuna. Eftir setanina spælir Hornorkestrið aftur nøkur løg, áðrenn pisufundurin byrjar og meðan skrúðgongan fer avstað aftur. Hornorkestrið spælir ikki eftir pisufundin, hetta var ein villa í skránni.

Pisufundin eru vit sera fegin um at hava aftur, tí tað hevur ikki altíð borið til at havt hann, av ymiskum orsøkum. Í ár verður tað Dávid Lisberg úr Sumba, ið heldur pisurøðuna.

Eftir pisufundin byrjar rúgvismikla tónleikaskráin á pallinum, tá lokalu Lív og Tróndur fara at framføra nøkur av teirra frálíku løgum.

Vónandi møta fólk fjølment til setanina og pisufundin, og seta sín dám á jóansøkubyrjanina.

Facebook viðmerkingar