Góðu tvørafólk, góðu suðuroyingar, góðu jóansøkugestir. Tað er mær ein sannur heiður at sleppa at seta jóansøkuna í ár.
Í einari yrking tekur skaldið Poul F soleiðis til:
Føroyar , mín móðir, títt signaða navn í hjartanum rúnarrist stendur, títt sorgblíða bros, títt mjørkaloft dró tín son sjálvt við sólgyltu strendur
Um tú var alt bjart, sum eg hugsa mær kann, ein blóma frá paradís strondum, ein perla mót øllum í heiminum var, ja valdaði ríkjum og londum.
Tá kvað eg tær kanska eitt stoltari lag, eitt kvæði av brimdun og toru, men kundi ei elska teg hægri enn nú, mítt friðlýsta heim móti norði
Tvøroyri, eg var ein av teimum, sum blaðungur fór út um landoddarnar at nema mær útbúgving, og eftir nøkur ár vendi eg aftur higar at arbeiða í skúlanum, heili 42 ár og tey 27 í skúlaleiðsluni. Tað hevur verið mær ein gleði at vera við til at lyfta skúlaskapin her á staðnum upp á eitt nútíðarstøði, og tað hava verið so mong góð ár saman við børnunum og teimum ungu, ásannar man nú, meðan man ofta situr og hevur ov mikið av tíð til at hugsa um teir dagarnar, ið vóru.
Mær rennur í huga fyrstu jóansøkuna, tá ið man sum útiseti kom heimaftur. Tað var í 1967, og TB-húsið úti á Sevmýri varð tikið í brúk fyri fyrstu ferð, og kom TB-húsið at verða eitt savningarstað fyri ungdómin tey næstu 40 árini. Okur vóru so nógvir suðuroyingar, ið komu heim í feriu tá, at okur mannaðu lið at spæla ímóti fyrstaliði hjá TB undir navninum ÍF-Føroyar. Tað var ein góður dystur, og TB vann 3-2. Mangan havi eg peikað á steypið í skápinum í TB-húsinum og sagt við dreingirnar, at hatta havi eg tapt, men teir skiltu ikki rættiliga samanhangin.
Jóansøkan er ikki bara ein stevna, men hon er ein altjóða hásummarstevna, sum er til at hátíðarhalda Jóhannes doyparan, sum nevndur á enskum John the Baptist, á donskum Johannes Døberen og á føroyskum Jóhannes doyparin. Men í Danmark er tað blivið til Skt Hans og í Føroyum jóansøka. Hans og Jóan eru bæði nøvn, ið eru komin av Johannes, sum var júst hálvt ár eldri enn Jesus, og tí er jóansøkudagur 24. juni.
Aldargamla ólavsøkan varð hildin í Havn, og har var Løgtingið, og tað at fara til Havnar ta einu ferðina um árið var tí gomul siðvenja. Man steðgaði so í nakrar dagar, og tað er klárt, at teir dagarnar var sannur veitslurómur.
Fyri gott hundrað árum síðani troyttaðust reiðararnir her suðuri av hesum, tí tað var hásesong fyri fiskaturking, og so varð skipað fyri ólavsøku her á Tvøroyri í 1923, men bara 2 ár seinni, í 1925, varð stevnan flutt til hásummarsdagin 24. juni og so av praktiskum grundum aftur seinni til nærmasta vikuskiftið við 24.
Ólavsøkan er ein norsk hátíð, men verður ikki hildin aðrastaðni enn í Havn og í einstøkum pørtum av Noregi. Jóansøka er hinvegin eitt globalt fyribrigdi, ein altjóða hátíð í kristna heiminum.
Um hetta er tilvild ella tilvitað, at teir her hava valt at halda jóansøku, er óvist. Men fara okur gott hundrað ár afturí tíðina, so var Tvøroyri tað plássið í Føroyum, ið var tættast knýtt til grannalondini og suðureuropa við handilssambondum, farma- og ferðafólkaflutningi, og ávirkanin uttaneftir var týðulig – og her kann man tosa um globalisering, langt áðrenn hetta kom upp á móta.
Í dag er heimurin ein alheims bygd, ein global bygd, og øll vita alt um alt og síggja alt báði úti og heima. Heimurin hongur saman á ein annan hátt, og okur eru ein partur av honum. Okur kunnu velja at avbyrgja okum, ella okur kunnu velja tann opna samarbeiðsvegin, og hesin man vera tann hollasti, tí ikki ber til at eksistera sum eitt pinkufólk, ein ministatur. Okur eru bundin av samhandli og samstarvi við onnur, og tað ber ikki til at sleppa hesum niður við borðinum. Okur eiga eisini at verða opin og gestablíð og fús til at rætta eina hond at hjálpa sjálvt burturi í fjarskotnum londum, annars enda okur sum eitt fátækt fólk mitt í okra materiellu vælferð.
Mentan og hugburður eru virkin, dynamisk, fyribrigdi og yvirliva bara av ágangi og ávirkan, og byrgir ein mentan seg inni, so fúnar hon og doyr burt so líðandi. Bara við at menna, bøta um og endurnýggja tað eyðkenda føroyska, so varðveita okur okum sum serstøk tjóð, sum føroyingar
Í ítrótti gingu okur undan, og TB varð stovnað í 1892 og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag í 1934, og fyrsti báturin til kappróður burturav, Suðuroyingur, varð smíðaður í 1933. Hann er til enn.
Á jóansøku er kappróðurin ein fastur og siðbundin táttur, og í dag er at fegnast um, at ungdómurin her spennir seg út, og klárar seg heilt gott. Tað er eisini gleðiligt at hoyra um tær stóru og forvitnisligu ætlanirnar, ið nú eru lagdar til rættis til tess at skapa góðar, innbjóðandi og kveikjandi karmar um kappróðurin, og vónandi tekur ungdómurin ímóti hesum við dirvi og áræði og fer at vinna sær glæsilig úrslit.
At brenna bál á miðsumri er væl eldri enn kristindómurin, og kristna høgtíðin varð bara løgd oman á gomlu heidnu hátíðina á hásumri, og fylgdu fleiri gamlir siðir við, m. a. jóansøkubálið.
Eldurin varð hildin at verja ímóti óndum kreftum, bæði menniskjaligum og nátturskaptum, og aðrastaðni í Europa – ikki í Føroyum – er tað komið fyri, at fólk, serliga kvinnur, vórðu dømdar fyri gand og bornar á m.a. jóansøkubálið. Samanborið við restina av Europa hava Føroyar ikki eina so myrka miðøld, og tær stóru heksaforfylgingarnar, sum fóru fram í Europa og hava verið ein skammblettur á katólsku kirkjuni líka síðani, komu ongantíð til Føroya.
Jóansøkan er gleðisstevnan burturav, tí tá fáa skúlarnir frí, og pisurnar eru klaktar, umframt, at nógvar aðrar útbúgvingar enda sínar próvtøkur.
Tað hevur verið siðvenja, at ungdómurin tysur á jóansøku at halda sær á gleimi og at feira endaligu próvtøkurnar. Tó hevur ein ávísur tónleikafestivalur líkasum tikið eitt sindur burtur av fólkinum, ið natúrliga átti at farið á jóansøku, og er hetta spell. Tað er kanska yvirdrivið at siga, at festivalarnir yvirskugga summarstevnurnar. Vist er tað, at Voxbotn hevur ikki verið góður fyri jóansøkuna, men í ár er kortini eingin kapping haðani.
Nú í summar fyri 52 árum síðani setti fyrsta menniskjað fótin á mánan, og okur sóu fyrstu ferð myndir av jørðini í frástøðu. Tað sló ein, hvussu ómetaliga vøkur hon er og eisini so skroypilig og viðbrekin.
Somuleiðis hava okur hetta seinasta árið fingið áminning um, hvussu skroypiligar lívsumstøðurnar eru, um okur ikki ansa væl eftir og eru á varðhaldi. Okur hava verið tvungin í einsemi og frástøðu, men okur eru skapt til felagsskap og at vera um hvønn annan, og tí skulu okur halda jóansøku, stevnuna fyri ljósinum við gleði í hjørtunum í felagsskapi um alheimin, um friðin, um okra felags søgu og um søgurnar, ið verða skaptar og útlivaðar hesa jóansøkuna.
Karsten Hoydal sigur í einari av sínum yrkingum:
Fon á ferð í mold eitt stokkut bragd funnust vit, og alt var ljóst og eldað, geislaði min sál sum tinna í sól, innan í mær sungu hav og kelda
Við hesum orðum lýsi eg jóansøkuna 2021 at verða setta.
Góða jóansøku!
Facebook viðmerkingar