Konsert í SALT við Gøtu Kirkju Ungdómskórið

Leygarkvøldið 3. Juli, Hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór, summarkonsert í SALT. Hetta er ein partur av eini Miniturné, við trimum konsertum, nevniliga í Gøtu, SALT á Tvøroyri 3. Juli, og Dómkirkjuni 4. Juli.

Skráin er bæði fjølbroytt, áhugaverd og krevjandi. Umframt eina røð av spirituals, verða fleiri føroysk kórverk á skránni, og so ikki at gloyma kórverk eftir einum av fremstu amerikansku nútíðar tónaskøldum fyri kór, Randall Strope, har kórið fer at framføra eitt ógvuliga dramatiskt kórverk, sum lýsir umvendingina hjá Paulus, soleiðis sum hon er lýst í Bíbliuni.

Hetta kórárið hevur verið ógvuliga serstakt fyri kórið, ið hevði stórar altjóða avbjóðingar á skránni, men sum vegna Korona støðuna í heiminum hevur broytt sínar ætlanir, við m.a. at gera studioupptøkur gjøgnum várið. Ein partur av tí, sum kórið útgevur í heyst verður eisini framført á konsertini.

Kórið vónar at nógv vilja leita sær til onkra av hesum konsertum, ið allar eru ókeypis – men høvið verður tó at lata eina gávu til kórvirksemið.Les meira um kórið her: https://www.salt.fo/event/gotu-kirkju-ungdomskor/

Facebook viðmerkingar