Tíðindaskriv frá ÍSF: FøroyaLeikir í Vági

ÍSF heitir á øll sambondini um at senda tilmeldaðar leikarar og hjálparfólk til setanina. Tit eru í búnum umboðandi tykkara egna lokalfelag.

Setanin í Vági verður í Marghøllini hósdagin 8. juli kl 19. Luttakarar til setanina verða bidnir um, at møta í Marghøllini 15 minuttir áðrenn.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF og Sámal Midjord, leiðari í Freslunarherðinum í Vági bera fram røðu. Tvøroyrar hornorkestur og Ingi Poulsen spæla til setanina.

ÍSF fer í samband við setanina at heiðra minni um Guttorm Sørensen, sum andaðist leygardagin 3. juli 52 ára gamal. Vónandi møta tit mannsterk upp og harvið eru við til at heiðra minni um hann.

Gisting

Gist verður í Vágs skúla, inngongd beint eystan fyri kirkjuna. Gist verður í skúlastovunum, minnist til at hava madras/undirlag við sjálvi.
Tað er møgugleiki at sleppa í brúsubað í skúlanum.

GG: Tað skal verða friður í soviøkinum kl 23:00. Tit verða biðin um at virða hetta, tí summir íðkarir skulu kappast tíðliga morgunin eftir.

Matur

Morgunmatur, fyri teimum, sum gista á skúlanum verður kl 07-09 í aulini í Vágs Skúla

Matpakkar skulu heintast í VB húsinum vesturi á Vágseiði millum kl 11-12 tann dagin matpakkin er bílagdur. Eitt umboð fyri sambandið heintar ALLAR matpakkarnar samla.

Døgurðin er at fáa Marghøllini kl 18:00 til 20.00. Havi tykkara atgongumerkið, sum tit fingu tá tit meldaðu til umvegis tilmeldingarskipanina hjá ÍSF við, sum váttan fyri, at tit hava bílagt døgurðan.

Annað

Nógv verður gjørt burturúr í Vági hesar dagarnar Føroyaleikir eru. Ein samla skrá fyri øll tiltøk í Vági er at síggja á hesi leinkjuni: Skrá Vágs Kommuna

Kappingarskráin fyri Føroyaleikir sæst her: Kappingarskrá – Føroyaleikir

Eru spurningar til sjálva kappingina, verða leikarar og hjálparfólk biðin at spyrja sítt samband ella felagið, ið skipar fyri. Annars eru tit sjálvandi altíð vælkomin at venda tykkum til mín.

Vinaliga

Andras Nolsøe, ítróttaráðgevið – samskipari

Tlf. +298 221563

Tpost: andras@isf.fo

Facebook viðmerkingar