Vágskirkja skipar fyri tiltakið nú fríggjakvøldið, nú Føroyaleikirnir og Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon eru í Vági.
Nógv tiltøk eru á skrá fyri komandi dagarnar og í hesum sambandi er Vágskirkja karmur um hugnaliga løtu, har fuglfirðingurin í Leirvík og maðurin handan mongu sangleikirnar í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, Bárður á Lakjuni kemur at syngja og greiða frá.
Bárður á Lakjuni er kendur fyri at vera partur av bólkinum T.O.S, ið bæði hevur spælt kring landið og givið ymiskt út. Men Bárður hevur eisini latið úr hondum egna fløgu, og gav út Lívsins dansur í 2020.
Til aftankvirruna fríggjakvøldið kl. 20.30 í Vágskirkju kemur Bárður at framføra sangirnar á útgávuni, ið havi verið nógv at hoyra í loftmiðlunum – eitt nú ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Umframt hini løgini á úgávuni, verður eisini annað tilfar hjá Bárði at hoyra – bæði sangir og upplestur.
Facebook viðmerkingar