Gongutúrur eftir bygdagøtuni til Fámjins

Leygardagin 24. juni verður gongutúrur eftir bygdagøtuni frá Vági til Fámjin við ferðaleiðara.

Byrjað verður við Skálaveg / Dalsveg í Vági, har vegurin til Ryskivatn byrjar. Fari verður avstað kl. 14.00 og ferðaleiðari á túrinum er Jens Petur Brattalíð. Tá komi verður til Fámjins verður vitja í kirkjuni, har fyrsta føroyska flaggið hongur. Aftaná koyrir bussur gongufólk aftur til Vágs.

Kostnaðurin, íroknað ferðaleiðara, frásøgu í kirkjuni og busstúr aftur til Vágs, er kr. 100. Gjaldast kann við byrjan av túrinum ella við at flyta peningin á konto 9870-102.165.7.

Tilmelding á tlf 239390 ella á teldupost info@vagur.fo, áðrenn fríggjadagin kl 16.00.

Fyrivarni verður tikið um veðri ikki er tilvildar.

Facebook viðmerkingar