Frá kunningarstovuni á Tvøroyri

Summarhugni á Tvøroyri leygardagin 24. juli.

Tjaldið hjá Tvøroyrar kommunu verður sett upp í miðbýnum, og her verður hugnaligur marknaður, bæði av heimavirkaðum vørum og loppum. Eisini verður søla av te/kaffi og ymiskum leskiligum. Hetta verður millum kl. 13.00-16.00.

Eisini er høvi at vitja Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn millum kl. 13.00-16.00. Her verður ein skattaveiða fyri børnunum.

Handlarnir á Tvøroyri hava opið til kl. 16.00

Og sjálvandi kanst tú eisini njóta ein góðan caffelatte ella okkurt annað leskiligt á einum av kaffihúsunum í býnum, sum hava opið sum vanligt.

Facebook viðmerkingar