Lutaíbúðirnar í Mýrunum taka skap

Í mars mánað í fjør var fyrsti fundur um ætlanina við lutaíbúðum í Vági. Áhugin var frá byrjan stórur fyri verkætlanini og í samstarvi við Bústaðir varð farið undir at fyrireika verkætlanina. -Og í einum samstarvi millum Bústaðir, Betri Banka og byggifyritøkuna Norcon varð farið ígongd.

Grivið er út og steinsett og síðani er stoypt undir íbúðunum. Og í dag eru so farið undir at seta upp elementini og taka íbúðirnar í Mýrunum skap.

Ætlanin við lutaíbúðum í Mýrunum fevnir um 6 lutaíbúðir.

Facebook viðmerkingar