Undan ársskiftinum byrjaðu tær heilt seriøsu vaksnu manningarnar fyrireikingarnar til kappróðrarárið 2021. Barnamanningarnar fóru so smátt ígongd tá komið varð nakað inn í nýggja árið, hóast fyrsta stevnan, Norðoyastevna, ikki var á skrá fyrr enn fyrst í juni mánað.
Aftur í ár hava nógv okkara fylgt barnaróðrinum og hevur tað verið heilt framúr spennandi at fylgja teimum ungu rógvarunum stevnu av stevnu – tilsamans sjey í tali – allar uttan ein norðanfjørðs.
Vetrar- og summarhálvuna ferðast ítróttarfólk úr Suðuroynni flestu vikuskiftini um Suðuroyarfjørð til m.a. hondbólt, flogbólt, borðtennis, svimjing, judo, fótbólt og kappróður. Í nógvum førum eru tað somu ítróttafólk, sum vetrarhálvuna til dømis spæla hondbólt og summarhálvuna rógva – so ja, nógv verður kravt av teimum.
Í flestu førum verður tó hædd tikin fyri ítróttarfólkunum úr Suðuroynni. Innan hondbóltin kenna okur í Vági nógv dømi um júst hetta – og eru t.d. seinkingar í hondbóltsdegnum ein leygardag á Eiði, so verða dystir fluttir, so VB-genturnar sleppa suðuraftur við Smyrli kl. 16. -Og av fyrstan tíð er kappingin altíð løgd soleiðis, at dagurin gerst so “stuttur” sum tilber.
Hetta hevur eisini verið galdandi fyri kappróðrarárið 2021.
Ongin trupulleiki var hjá barnamanningunum at fara norður við Smyrli leygarmorgun og verða í Fuglafirði á Varmakeldu og klár til flaggtíðina, innleiðandi riðlar og rógva finaluna – og lukkast suður aftur kl. 16. Soleiðis hava allar stevnur verið lagdar til rættis í summar. At veðurlíkindini hava ávirkað planleggingina, tað fær man ikki gjørt nógv við.
Í morgin, Ólavsøkuaftan, er seinasti róður á skránni í summar.
Børnini hava øll glett seg ómetaliga nógv til at sleppa at rógva á Ólavsøku. Fyrireikingar í 5-6 mánaðir við venjing fleiri ferðir um vikuna enda á Ólavsøku – og øll eru líka spent, líka norðan úr Hvannasundi, vestur í Vágar og suður til Suðuroyar.
Okkara farleið er – sum vant – við Smyrli, sum í morgin hevur tvær fráferðir. Eina kl. 6.00 og eina kl. 11.00. Við í barnaróðrinum hjá gentum eru tríggir bátar úr Suðuroynni – Tistil (sum kappast um FM) og Firildur hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Svalan hjá Vágs Kappróðrarfelag. Hesar tríggjar manningarnar skulu allar rógva í 1. riðli, har flaggtíðin er kl. 13.00 og starttíðin kl. 13.05.
Við royndunum frá undanfarnum Ólavsøkum, so er greitt, at tað er nærum ógjørligt at halda ferðaætlanina á Ólavsøku, so tá Smyril fer úr Suðuroynni kl. 11, so verður neyvan lagt at fyrr enn í fyrsta lagi kl. 13.00. -Og tá lagt verður at í “Nýhavnini”, so fer eisini ein løta við at fáa bátarnar á flot og út á startin.
Hetta merkir eisini, at tað er ógjørligt hjá gentumanninginum úr Suðuroynni í barnaróðrinum at lukkast út til flaggtíðina kl. 13.00.
Genturnar mugu sostatt úr Suðuroynni við fyrsta farti hjá Smyrli, sum er kl. 6.00 – og skulu tær upp á miðjari nátt. Bygdaleiðir koyra úr Vági umleið kl. 5.20, so gangast má út frá, at genturnar skulu verða á fótum í seinasta lagi kl. 4.50.
Ein og hvør kann rokna út, at hetta sjálvsagt fer at ávirka hvussu væl upplagdar genturnar eru til hendan seinasta spennandi róðurin í kappróðrarárinum 2021 !
Onkuntíð situr man við kensluni av, at Føroyar strekkir heilt frá Norðpólinum til Írlands, tá tað snýr seg um fyriskipan. Og ja, tað er heilt ómetaliga trupult at skilja at tað ikki ber til at leggja kappróðurin á Ólavsøku soleiðis til rættis, at kappróðurin byrjar eftir at Smyril er komin norður kl. 13?
At krevja av barnamanningunum í Suðuroynni, at tær (hetta er bara galdandi fyri gentumanningarnar) skulu upp á miðjari nátt fyri at rógva kl. 13 er óseriøst, uttan virðing fyri manningunum og hartil næstan óforskammað !
Róðrarsamband Føroya er sambandið hjá øllum rógvarum í Føroyum – eisini gentunum umborð á Tistil, Firildi og Svaluni.
Eru tað fyrireikararnir av Ólavsøkuni, sum hava lagt skránna fyri barnaróðurin, so má Róðrarsambandið grípa inn og broyta skránna – og hevur Róðrarsambandi verður partur av at leggja skránna, so er tað at viðurkenna eitt mistak og rætta skránna, soleiðis at umstøðurnar at fyrireika seg til Ólavsøku-róðurin verða á leið tær somu fyri allar manningar.
Tað er ongin skomm at viðurkenna eitt mistak – gerið nú tað rættað og flyti barnaróðurin til at byrja kl. 13.30 !
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar