Elevatorin á farstøðini á Krambatanga riggar ikki og hevur ikki virkað í nakrar vikur. Hví tekur tað so langa tíð at fáa hann umvældan, spyr Turið í Vesturgaard í Dali á facebook í dag.
Í hægstu feriutíð skulu ferðandi við kuffertum og barnavognum og tey, ið eru illa gongd, niður gjøgnum trappurnar ella niður á bildekkið og út har afturi. Á bildekkinum gongur tú millum treylarar, ið drøna aftur og fram.
Kunnu kommunurnar í Suðuroynni ikki heita á Landsverk um at umvæla elevatorin skjótast møguligt, spyr Turið Vestergaard í Dali.
Facebook viðmerkingar