Sera nógv fólk suður við Smyrli í dag

Í morgin tíðliga byrjar stóra hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup 2021. Leikarar, venjarar og viðhaldsfólk eru flestøll komin suður í dag, og hetta sæst eisini aftur á ferðafólkatalinum umborð á Smyrli.

Í morgun og í kvøld eru tilsamans umleið 1.350 fólk komin suður við Smyrli. Hetta sæst sjálvsagt aftur í Suðuroynni, kanska serliga í býarmyndini í Vági, har heilt nógv fólk hava verið at sæð í allan dag.

Faroe island handball Cup verður í Marghøllini í Vági komandi tríggjar dagarnar og endar við finaludegi ónsdagin.

Fylgjast kann við á www.handballcup.fo og á Facebook síðuni Faroe Islands Handball Cup

Facebook viðmerkingar