Gongutúrur: Suðuroy úr norði í suður

Gongutúrur eftir gomlu bygdagøtunum leygardagin 14. august kl 7.00.

Ein gongutúrur eftir bygdagøtunum frá Sandvík til Akraberg: Túrurin er mettur at taka 12 tímar og er 42,3 km. Bussur koyrur úr Vági kl 6.30 og steðgar eftir tørvi í øðrum bygdum á veg norður til Sandvíkar.

Á gongutúrinum verða nakrir steðgir, har man fær vatn og okkurt gott afturvið, áðrenn leiðin heldur fram. Gingið verður framvið nógvum náttúruperlum og søguligum støðum. Á veg út í Nes verður komið framvið Turkagrøvinum. Fari verður niðan gjøgnum Káragjógv, okur rinda møðina tá okur eru komin niðaná og njóta avbera flotta útsýnið útyvir Hvalba og Nes. Matarsteðgur verður í vøkru og hugnaligu plantaguni í Trongisvági. Frá plantasjuni verður fari eftir gomlu Fámjinsgøtuni, niðan gjøgnum Hvammhaga í Trongisvági. Gingi verður upp í Oyrnaskarð og víðari til Valdaskarð. Tá man stendur í Valdaskarði er útsýni yvir Kirkjuvatn og sunnastu húsini í Fámjin. Ein vøkur sjón, har man á høgru síðu sær basaltsoylurnar og vøkru líðina oman móti Kirkjuvatni.Gingið verður suður gjøgnum Reyðabakka og er útsýnið frálíkt, yvir vestursíðuna av Suðuroynni. Frá Reyðabakka gongur gøtan eysturyvir og komi verður omanvert Gásadalsgjógv, sum er markið millum Fámjin og Vág. Síðan gongur leiðin eystur móti Ryskidali, har frálíkt útsýnið er yvir vøtnini, ovarvatn Lítlavatn og Ryskivatn. Á vinstru síðu liggur Tindalíð og Borgarknappur við sínum 574 metrum. Gingið verður so eftir varðagøtuni frá Vági og til Akraberg. Komin til Akraberg tíðliga á kvøldið, fer bussur til Vágs, har steðga verður á í Pálshøll, har man kann njóta eina løtu í hylinum og hitapottunum og fáa skift klæðir. Aftaná gongutúrin verður ein betri biti á matstovuni Garðslon í Vági.

Túrurin er avbjóðandi og er ikki hóskandi fyri børn. Væntast kann at tað er bratt og heldur torført í støðum.

Kostnaður: kr. 1.200,- írokna mat og drekka, verður at flyta á konto 9870-102.165.7.

Ferðaleiðari á túrinum verður Jens Petur Brattalíð, sum er staðkendur og veit nógv at fortelja um ymsu støðini, sum gingið verður framvið.

Avmarkað til maks 18 fólk.

Bindandi tilmelding: info@vagur.fo ella tlf 23 93 90 áðrenn tórsdagin 12. august kl 12.00.

Vert at vita: Verða væl og lætt ílatin. Væl skødd, best er góðir fjalla/renniskógvar, og helst ikki meir enn seg sjálvan at bera (ikki tungar ryggsekkir). Túrurin kann verða eitt sindur strævin at ganga, yvir dalar og fjøll, har hægst verður gingið, er hæddin 400 m. Túrurin er eitt satt upplivilsi, ið av sonnum kann sigast at verða verdur at uppliva.

Facebook viðmerkingar