Skráin fyri Johannudagin

Leygardagin 11. september verður familjutiltak á keiøkinum í Vági, tá, sum kunnugt, Johanna TG326 er karmur um ein maritiman dag. Á skránni er ymist spennandi, sum kann knýtast at havinum.

Byrjað verður longu kl. 11 leygarmorgunin, tá áhugafelagið Sjódypp bjóðar øllum, bæði royndum og óroyndum at royna havsvimjing uttan fyri pirin í Vági. Kl. 12.30 verða gomlu Grindabátarnir flótaðir á fjørðinum. Frá kl. 14 verða fleiri tiltøk á keiøkinum, har Johanna TG326 og M/S Thorshavn hava opið skip. Eisini kemur Brimil til Johannudagin og hevur Brimil opið skip frá kl. 14 til kl. 17. Kl. 14 verður eisini Actionboat á fjørðinum við ymiskum undirhaldi, og somuleiðis er møguligt at leiga kajakkir frá Suðuroyar Kajakk. Á keiini verður eisini hoppiborg og kør við livandi djórum.

Kl. 14.30 verður togtogan yvirum Smyrlakeiina og djúphavnina, har taparin endar í bátahylinum. Eisini verður skattajakt til børn.

Kl. 16 verður stórt vatnkríggj á fjørðinum og við keiina. Í vatnkrígginum luttekur Brimil, Sløkkiliðið í Vági, Johanna TG326 og almenningurin. Í samband við vatnkríggið verður heitt á øll, sum eiga bátar, um at koma á fjørðin og luttaka í krígnum. Og er tað onkur, sum hevur pláss í bátinum, so er bara at bjóða fólki á keiøkinum við. Heitt verður á øll um at taka vatnpistólar við, og um ynski er at sleppa í bátar, so er bjargingarvestur krav.

Kl. 17 tendrar Johanna TG326 grillina í tjaldinum á keiøkinum, har høvið verður til at keypa vælsmakkandi Johannubúffarnar. Tá kvøldið nærkast verður felagssangur í tjaldinum kl. 19 og kl. 22 verður bryggjudansur við Hans Jacob Hjelm í tjaldinum.

Umframt spennandi skránna, so verður opið sum vanligt í Vági, har handlarnir lata upp kl. 10. Páls Høll letur upp kl. 11. Matstøðini í Vági bjóða øllum inn til eitt betri máltíð, har BRIM hevur brunsj (borðbíleggjan) og sølutorg frá kl. 11. Garðslon og Hotel Bakkin lata upp kl. 14. Kl. 16 letur Bryggjan upp, og kl. 17 lata Pizzakøkurin og Báran upp.

Um onkur hevur hug at rógva við grindabátunum, so er møguleiki til tess. Áhugaði kunnu venda sær til Miðlatún.

Skráin kann takast niður her: Johannudagur 2021.

Facebook viðmerkingar