Í dag hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Fámjins. Hetta er eitt uppskot, tey í Fámjin hava bíðað eftir í eini 30 ár.
Verkætlanin er mett at kosta 169 milliónir og tunnilin verður liðugur í 2023 ella í 2024. Fyrireikingar verða gjørdar í ár og næsta ár er ætlanin at arbeiða fyri 25 milliónir. Men serliga í 2022 er ordilig gongd á tí tá verða 83 milliónir settar av til endamálið og í 2023 verður hildið fram, tí tá verða 78 milliónir settar av til Fámjinstunnilin.
Tunnilin verður umleið 1,2 kilometrar langur og 8,5 metrar breiður. Harumframt skal umleið ein kilometur av vegi gerast ørðavíkarmegin, og umleið 400 metrar av vegi skulu gerast fámjinsmegin. Men somuleiðis er ætlanin eisini at brúka grótið úr tunlinum til at breiðka núverandi veg við. Tað er óvist um tað røkkur til alt strekkið, men í hvussu so er verður tað soleiðis, at størsti parturin av Fámjinsvegnum verður tveysporaður, sigur Jørgen Niclasen.
Facebook viðmerkingar