Kampingplássið í Vági er opið til 18. oktober 2021

Kamping Vágseiðið er opið í heystfrítíðini og letur aftur fyri veturin tann 18. oktober 2021.

Í heystfrítíðini, frá 9.-11. & 13.-16. oktober, verður stórt Leikaland í Marghøllini í Vági, og í døgunum 8. til 16. oktober, verður Ljósfest í Vági í smb. við, at tað eru 100 ár síðan Elverkið í Botni bleiv tikið í nýtslu. Sostatt verður tað møguligt hjá teimum, sum eiga kampingvogn at koma á Kamping Vágseiðið og halda heystfrí í Vági.

Facebook viðmerkingar