Serbreytin á miðnámsskúlanum í Suðuroy fyrsta skúladag

Merkið varð vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlan í morgun, nú serbreytin hevði sín fyrsta skúladag.

Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Undirvísingin miðar eftir at menna sjálvstøðuga lívsførslu, so at næmingurin við lokið skúlaskeið hevur ment førleikar at skapa sær eitt innihaldsríkt og virkisført lív við ávirkan á egin lívskor. Hvat ítøkiliga verður arbeitt við, veldst um førleikarnar hjá tí einstaka næminginum. Møguleiki er t.d. at arbeiða fram móti ávísum yrki. Útbúgvingin er ætlað at vara upp til 4 ár, og undirvíst verður í smáum bólkum.  Í løtuni eru tvey pláss tøk á serbreytini á Miðnámsskúlanum.

Serbreytin húsast í skúlanum í Hovi, men ætlanin er at brúka alla oynna sum skúlastovu, og soleiðis gera brúk av teimum møguleikum, ið eru her. Serbreytin fer eisini at hava eitt tætt og nattúrligt tilknýti til skúlan og skúlalívið í Porkerishaganum.

Miðnámsskúlin ynskir nýggju næmingunum vælkomnum við vón um at tit fara at mennast og trívast á skúlanum.

Facebook viðmerkingar