Orsaka av, at kvøldartúrarnir á leið 7 í kvøld, mánakvøld, vórðu avlýstir fyri veður, verður túrurin kl. 07:00 í morgin, týsdag 19. oktobur, av Krambatanga framskundaður til kl. 05:00. Hetta fyri at tryggja ferðafólki, ið skulu náa fyrsta flogfarið úr Føroyum í morgin, sleppa við.
Siglt verður smbr. ferðaætlan tað í eftir er av degnum.
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í smb. Við hesa broyting. Leið 700 byrjar tilkallitúrin úr Sumba kl. 04:00 og leið 701 byrjar tilkallitúrin kl. 04:30 úr Fámjin og tilkall kl. 04:10 úr Sandvík.
Facebook viðmerkingar