Í ABC vikuni í Vági, sum verður í døgunum 25. til 31. oktober, verður varpa ljós á sálarligu heilsuna, serliga millum ung. Í hesum sambandi verðru skipað fyri áhugaverdum fyrilestri við sálarfrøðinginum Gitte Klein. Fyrilesturin verður týskvøldið 26. oktober kl. 19.00 í Auluni í Vágs skúla.
Fyrilesturin hevur heitið “Foreldraleikluturin í hesum talgildu tíðum” og um fyrilesturin sigur Gitte;
“Skíggjar fylla alt meiri í gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Hyggja vit okkum í kring, síggja vit børn og vaksin við høvdinum í einum skíggja. At hetta ikki er gott ella ynskiligt, vita vit væl, samstundis sum vit ippa øksl, tí framtíðin er talgild. Men framtíðin er vónandi meiri og annað enn talgild. At talgildir miðlar eru komnir fyri at vera merkir ikki, at vit sum foreldur og samfelag, skulu lata standa til. Skulu vit tryggja okkum, at børn okkara hava eina góða heilsu – bæði sálar- og likamliga, at tey duga sosialar førleikar, eru væl fyri málsliga, trívast og mennast, mugu vit taka nøkur skilagóð atlit í mun til skíggjanýtsluna hjá teimum. Á fyrilestrinum verður greitt frá nýggjastu granskingini á økinum, eins og kjakast verður um aldursmark, innihald og tíðarnýtslu.”
Fyrilesturin er almennur og ókeypis.
Facebook viðmerkingar