Einrøðuleikurin “Kom bara inn – eg skal ikki gráta” verður framførdur í Salt sunnukvøldið 24. oktober kl. 19.
Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð. Leikari: Jógvan Andrias Joensen. Tónleikur: Edvard Nyholm Debess.
Atgongumerkið kunnu keypast á netsøluni her.
Einrøðuleikurin hevur fingið framúr góð ummælið, m.a. í Nón í Kringvarpi Føroya, har sagt verður:
“Kom bara inn – eg skal ikki gráta” er ein sterkur einrøðuleikur, sum Jógvan Andrias Joensen spælir um seg sjálvan
Eg haldi, vit hava eina skyldu at siga hesa søguna, Soleiðis sigur Jógvan Andrias Joensen, ið vit mest kenna sum sangskrivara. Nú framførir hann einrøðuleik um seg sjálvan á Finsen og næstu tíðina úti um landið.
Jógvan Andrias Joensen bleiv sum smádrongur sendur til Danmarkar, tí hann hevði mjadnafeil. Hann varð bókstavliga niðurbundin, og hann misti alt samband við síni kæru heima í fleiri ár.
Hoyr samrøðuna við Jógvan Andrias Joensen í Nón her.
Facebook viðmerkingar