Einki er sum at fara til gudstænastu her í okkara bønhúsi. Hóast bygningurin liggur beint við landsvegin, so ávirkar tað als ikki tann serstaka friðin sum ein fornemmar herinni. Eg elski at vera til gudstænastu her, sigur Katrin Groth-Mortensen úr Øravík.
Orð: Snorri Brend/Myndir: Tórður Mikkelsen/kvf.fo.
ØRAVÍK: Mitt í bygdini stendur hesin vakri, snotiligi og miðsavnandi bygningurin, Bønhúsið í Øravík.
Her er friðsælt. Umhvørvi er bæði søguligt og vakurt. Her ræður ein serligur friður í vøkru náttúruni í bygdini. Ein summardag kanst tú síggja grøna bøin og alskyns blómur vaksa. Og her rennur og tutlar áin gjøgnum bygdina.
Bønhúsið við sínum sermerkta Sigmundarkrossi á skjøldrinum hevur einki torn, men ringt verður kortini bæði inn til gudstænastu og út við eini klokku, sum sigst stava frá Norsku Løvu.
Í hesum døgum eru júst liðin 55 ár síðani bønhúsið var vígt, eftir at fólk og prestur høvdu sett sær fyri at útvega bygdini eitt Gudshús at savnast í.
– Jú, ørvingar tóku sera væl undir við hesi ætlanini, og føla uppá ein máta ein ávísan eigarskap í bønhúsinum, greiddir Katrin Groth-Mortensen frá, tá hon herfyri var við í útvarpssendingini hjá Tórður Mikkelsen ”Við Tórði á túri”.
– Jú, eg eri sera góð við hetta bønhúsið. Hetta er balsam fyri sálina.
Í GLEÐI OG SORG
Mong eru tey, sum hava verið í Suðuroy í ørindum ella bara fyri at njóta frítíðina. Tey eru komin í land av Smyrli og eru farin við bili suðureftir, koyrandi framvið vøkru bygdini Øravík.
Tey gáa kanska eftir einum svørtum bygningi, sunnarlaga í bygdini beint við landsvegin. Kanska tey eisini undra seg yvir vakra bygningin, men vita helst ikki, at tey í somu løtu hava koyrt framvið einum bønhúsi – Bønhúsinum í Øravík.
Hetta er tó ikki einasta bønhúsið í Føroyum, men her hava tey regluliga havt gudstænastur og onnur andalig tiltøk, bæði fyri børn og vaksin øll hesi árini.
Katrin Groth-Mortensen vísir á, at eitt bønhús hevur ikki somu støðu sum ein kirkja. Tað er, væl at merkja karmur um fleiri kirkjuligar tænastur, bæði í gleði og sorg. Men her er til dømis ikki doypifuntur.
– Her er kirkjan á Tvøroyri okkara sóknarkirkja, greiðir hon frá. Har kenna ørvingar seg eisini heima.
Frammanundan var tann gamli skúlin í bygdini hann, ið brúktur var, tá gudstænastur vóru hildnar. Hesin var niðurlagdur í 1964, men 1. sunnudag í advent – 27. november í 1966 – fingu ørvingar sítt egna stað at halda gudstænastur í. Tað var Ejvind Vilhelm, táverandi sóknarprestur, sum vígdi bønhúsið.
– Eg haldi, at ørvingar hava verið sera glaðir fyri teirra bønhús, sigur Katrin.
MARATHON
Í sendingini greiðir Katrin Groth-Mortensen frá, at bønhúsið hevur verið nógv brúkt, síðani tað var vígt.
Umframt gudstænastur við presti og gudstænastur við dekni, hava onnur andalig tiltøk verið her. Millum hesi tiltøk kann nevnast gudstænastur við altargongd, brúðarvígsla, missiónsvika eina ferð um árið, og, sum hon tekur til, onnur mentanarlig tiltøk, sum hóska til eitt slíkt hús.
Eitt tiltak, ið kemur undir henda bólkin, er rennikappingin ”Føroya sunnasta 1/2marathon”, har tey okkurt árið hava runnið framvið bønhúsinum í Øravík, sum til høvið hevur havt dyrnar standandi opnar.
Her hava fólk hava møguleika at fáa okkurt styrkjandi við sær á leiðini, at síggja bygningin og geva eina tøkk fyri góða heilsu.
”ARBEIÐSLEYSUR LÆRARI”
Nevnast má eisini, at Katrin hevur sjálv bæði havt sunnudagsskúla her, og juniorarbeiði. Men soleiðis er ikki longur, av eini heilt serstakari orsøk:
– Støðan er tíverri hon, at tað hevur ikki verið nøkur tilflyting til bygdina nú í nøkur ár, heldur ikki av barnafamiljum. Tí er er eingin sunnudagsskúli her í Øravík beint nú, sigur Katrin Groth-Mortensen. Í løtuni búgva bert 30 fólk í bygdini, sambært tølum frá Hagstovuni.
Men arbeiðsleysi sunnudagsskúlalærarin leggur aftrat:
– Hetta er eitt gott stað at búgva í. Tí vóni eg, at fólk fer at flyta aftur til Øravíkar.
Facebook viðmerkingar