BROYTT – Sóttarhald í sambandi við Omikron-fyribrigdið

Allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum verða gensekventeraðir. Hetta kann taka upp í tveir dagar at gera.

Meðan hetta verður gjørt, setir Landslæknin fleiri persónar í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll, sum hava verið í beinleiðis sambandi við tann smittaða persónin – hesir persónar eru 2. liði – verða sett í sóttarhald – bæði ókoppsett, koppsett og persónar, sum hava havt korona.

Persónar í 2. liði verða bidnir um at kanna seg fyri korona beinanvegin – undantikið tey, sum hava havt korona seinasta mánaðin tí, at kanningin hjá hesum møguliga vísir positivt orsakað av fyrrverandi sjúku. 

Persónar í 3. liði verða ikki biðnir um at fara í sóttarhald longur.

Er Omikron staðfest

Øll, sum hava verið í beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest Omikron fyribrigdið, skulu í sóttarhald í 7 dagar. Umfamt, at hesi lata seg kanna beinanvegin, verður mælt til, at hesi lata seg kanna á 4. og 6. degi – undantikið tey, sum hava havt korona seinasta mánaðin.

Er talan ikki um Omikron

Tey, sum ikki eru fult koppsett og/ella ikki hava havt korona áður, og sum hava verið í beinleiðis sambandi við tann smittaða, verða mæld til at verða verandi í sóttarhaldinum í 7 dagar. Umframt at lata seg kanna beinanvegin verður mælt til, at hesi lata seg kanna á 4. og 6. degi.

Tey, sum eru koppsett og/ella hava havt korona áður, og sum hava verið í beinleiðis sambandi við tann smittaða, verða loyst úr sóttarhaldinum. Umfamt, at lata seg kanna beinanvegin, verður eisini mælt til, at hesi lata seg kanna á 4. og 6. degi.

Facebook viðmerkingar