– Smittutrýstið er ov høgt í løtuni, ynskið er at halda eini so vanlig jól sum gjørligt, men nú omikron smittan er staðfest í sjúkrahúsverkinum kunnu vit ikki sita hendur í favn.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi um støðuna sum er beint nú.
– Vit eru enn í gula økinum, men hesar broytingar verða gjørdar næstu dagarnar:
- Nú kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast við koronapassi og 20 uttan koronapass.
- Allir skúlar verða stongdir og næmingarnir sendir heim frá mikudegnum 15. december. Frítíðarskúlar verða eisini stongdir, men dagstovnar eru undantiknir.
- Náttarlív og matstovur skulu lata aftur kl 23 á kvøldi – hjálparpakki er á veg í tingið í hesum sambandi.
- Jólaborðhald skulu bert haldast saman við teimum, sum ein vanliga er saman við, og í mesta lagi 20 fólk skulu vera við.
- Handlar skulu tryggja spritt, reinføri og at neyðug frástøða kann haldast.
- Kanningar við markið verða aftur settar í verk í næstum – tað er ikki greitt júst nær tað byrjar.
Løgmaður heitti eisini á allar gestir úr útlandinum, sum koma til landið um jólini, um at fara í heimauppihald í 2 dagar og lata seg kanna á øðrum degi eftir komu.
Facebook viðmerkingar