Tá fíggjarlógaruppskotið varð borið í Løgtingið í heyst, var ongin nýggj játtan til Suðuroyartunnilin. Hinvegin vóru ætlanir um at 2 mió. kr., sum ikki eru brúktar av játtanini í 2021, skuldu flytast til 2022 til at gera fleiri forkanningar.
Ein samd fíggjarnevnd hevur tó broytt hetta. Settar eru av 4 mió. kr. í broytingaruppskotinum sum skal fara til at seta á stovn PF Suðuroyartunnilin, sum skal gera forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin.
Facebook viðmerkingar