Vágs Skúli: Áheitan um at lata seg kanna fyri korona

Vágs Skúli: llgrunin um at eitt starvsfólk okkara hevði Korona er tíverri staðfestur við PCR test í gjár.

Eftir at hava tosað við Landslæknan í dag, vilja vit koma við fylgjandi áheitan:

Allir næmingar í 1., 2., 3. og 4. flokki bíleggja sær tíð til eina koronukanning. Tíðir eru tøkar í morgin.

Næmingarnir verða bidnir um at fara í sjálvboðið sóttarhald til kanningarúrslitið fyriliggur.

Næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki skulu eisini kannast mándagin 20. des. og halda seg heima til kanningarúrslitið av hesi kanningini fyriliggur.

Allir næmingar í 8., 9. og 10. flokki, sum hava sitið í fimleikarhøllini og Auluni til próvtøku fríggjadagin í farnu viku, verða bidnir um at fara og kanna seg og halda seg heima til kanningarúrslitið fyriliggur.

OBS:

Um mann er liðugt koppsettur, er ikki neyðugt at sita í sóttarhaldi til kanningarúrslitið fyriliggur.

Facebook viðmerkingar