Palli heldur áfram sum venjari hjá FC Suðuroy

FC Suðuroy boðar í kvøld frá, at avtala er gjørd við Palla Augustinussen um at verða høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy komandi kappingarár. Jakob Skaaning heldur eisini áfram sum hjálparvenjari hjá FC Suðuroy.

FC Suðuroy skrivar, at venjingin til fótbóltsárið 2022 er farin ígongd. 21 mans vóru á leikarafundi áðrenn venjingina og tá eru nakrir leikarar burturstaddir.

Facebook viðmerkingar