Reyði Krossur Føroya hevur júst latið eina hálva millión krónur til hjálparátøk í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, í Bangladesh. Talan er eitt nú um átøk ímóti koronu, og átøk at tryggja vernd og vælferð hjá neyðstøddum ungum kvinnum.
Cox Bazar í Bangladesh er heimsins størsta flóttafólkalega. Síðan august í 2017 eru útvið 900.000 fólk flýggjað úr Myanmar til Cox Bazar undan harðskapi og ágangi. Meginparturin av hesum eru kvinnur og børn. Nú, fýra ár seinni, hava tey flestu framvegis sálarlig mein av ógvusliga áganginum og harðskapinum, tey vóru fyri í Myanmar, samstundis sum trongu og vánaligu korini á flóttafólkaleguni hevur ført til angist og órógv hjá nógvum. Harumframt er Bangladesh eitt av londunum í Asia, sum eru harðast rakt av koronu.
Peningurin fer eitt nú til at:
– stuðla undir koppsetingarátøkum og tryggja, at útlutingin av koppsetingini er munagóð og rættvís,
– veita psycho-sosialan stuðul til sárbærar borgarar í Cox Bazar leguni, har givið verður serligt far um ungar gentur og børn,
– útbyggja verandi verndarátøk, so sum barnaverndarskipanir.
Myndirnar eru frá november í ár, tá Reyði Krossur í Bangladesh hjálpti myndugleikunum at koppseta 16.221 fólk í tíðarskeiðnum 16. – 19. november.
Facebook viðmerkingar