Drive-in morgunmatur á Tvøroyri nýggjársaftan!

Í ár var ætlanin at byrja nýggjárshaldið á Tvøroyri við einum felags morgunmati á Seglloftinum nýggjársaftan, men tíverri loyva galdandi korona tilmælini ikki hesum.

Tí ætlar Tvøroyrar Nýggjársnevnd, sum nakað nýtt, at bjóða øllum til ein drive-in morgunmat ístaðin fyri. Hetta verður frá gamla verkstaðnum hjá Clemens á Sjógøtu 79, nýggjársaftan frá kl. ‪10.00-12.00‬, ella so longi sum matur er at fáa.

Nýggjársnevndin heitir á øll, ið kundu hugsað sær morgunmat, at koyra vestanifrá, soleiðis at bilkøðin gongur úteftir.

Facebook viðmerkingar