Í Føroyum er tað sera væl umtókt at íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv í frítíðini, vísir nýggj kanning um frítíðarvanar hjá føroyingum. Gongutúrar, styrkivenjing og renning eru best umtóktu rørsluítrivini, meðan handarbeiði, landbúnaður og fiskiveiða eru væl umtókt frítíðarítriv.
Tað er trupult at finna ein føroying, ið ikki er virkin í frítíðini. Í roynd og veru eru bert 4 prosent av vaksnum føroyingum, ið hvørki íðka ítrótt ella ganga til frítíðarítriv. Kanningin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” vísir, at 65 prosent av teimum vaksnu bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv. 24 prosent íðka bert ítrótt, meðan 7 prosent bert ganga til frítíðarítriv.
Hyggja vit nærri at, hvørji tey 65 prosentini eru, vísir kanningin, at fleiri kvinnur enn menn bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv, og at hetta í størri mun eru vaksin yvir 40 ár. Harumframt er ábending um, at parturin av vaksnum, sum bert íðkar ítrótt, lækkar við aldrinum, har tað er øvut við partinum, sum bert íðkar frítíðarítriv, sum hin vegin hækkar við aldrinum.
Frá einum samfelagsligum sjónarmiði er at fegnast um, at so mong vaksin eru virkin í frítíðini, tá ið kanningin vísir, at vaksin, sum íðka ítrótt og/ella ganga til frítíðarítriv, hava lyndi til at trívast og hava eina góða sjálvmetta heilsu samanborið við vaksin, sum ikki eru virkin í frítíðini.
Kanningin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” verður løgd fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum mikudagin 2. mars. Øll áhugað eru vælkomin – gev gætur, at neyðugt er at melda til.
Frágreiðingin kann lesast her.
Tíðindaskriv frá Kommunufelagnum
Facebook viðmerkingar