Dorrit er byrja aftur við sær hevur hon Ragnar B. Tausen, útbúgvingarlækni

1. mars byrjaði Dorrit Joensen aftur í starvið, sum kommunulækni á Heilsumiðstøðini í Vági. Dorrit hevur seinasta árið verið í farloyvið. Afturat sær hevur Dorrit fingið Ragnar Bárá Tausen í starv, sum útbúgvingarlækni fram til 1. september.

Dorrit og Ragnar koma at halda til í læknaviðtaluhølið 1. Umframt Dorrit og Ragnar, so er ein avloysaralækni knýttur at í Heilsumiðstøðini. Í verandi løtu er talan um Jonnu Wilson, kommunulækni.

Kelda: Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar