Skúvanes – ein nýggj stout øl frá Biskupskeldu

Tað legst afturat øl-familjuni hjá Biskupskeldu, nú Skúvanes – ein nýggj stout øl frá Biskupskeldu – fer á hillarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins.
Skúvanes er ein mild og kremut stout øl við íblástri frá írsku stout traditiónini og er 4,0% til styrki.

Hetta er fjórða ølin frá Biskupskeldu, sum nú fer á hillarnar hjá Rúsuni, har tað frammanundan eru Huldugentan (ein NEIPA-øl), Johanna (ein IPA-øl) og Ottar (ein myrk gull øll).

Skúvanes er staðarnavn vesturi á Vágseiðið og yrkti Hans í Líðini, sáli, um Vágseiðið:
Og tá brimið nú harðliga sjóvar,
rokið stendur í Faradalsur,
fyri oyrum sum kvøði tað ljóðar,
ført er fram í náttúrinnar dur.

Umframt í Rúsdrekkasølu Landsins, so fáast eisini fleiri special-øl frá Biskupskeldu, lesið meiri um hetta á www.biskupskelda.fo

Facebook viðmerkingar