Opið hús á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Týsdagin 8. mars bjóða vit til opið hús frá kl.19:00 til kl.21:00. Tá kunnu øll, sum vilja hava meira at vita um útbúgvingarnar, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvið, virksemið á skúlanum, og útbúgvingarnar Náttúrubreyt, Hugbreyt, Búskaparbreyt og FHS Yrkisnám.

Øll eru hjartaliga vælkomin, vit bjóða kaffi og eitt hugnaligt prát.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2022.

Facebook viðmerkingar