Vágs Kommuna bjóðar alment út møguleikan at reka venjingarmiðstøð í Páls Høll.
Síðani Páls Høll lat upp, hevur venjingarmiðstøð verið í Páls Høll, sum eitt tilboð til borgarar og vitjandi í Vági. Øll hesi árini hevur venjingarmiðstøðin hildið til á fyrstu hædd á 120 m2. Vágs Kommuna ynskir at víðka um tilboðið at venja í Páls Høll. Hetta merkir, at hølini til venjingarmiðstøðina framyvir fara at fevna um alla fyrstu hædd – í alt 240 m2. Harumframt er ynski hjá kommununi, at útgerð og venjingartilboð verða dagførd.
Í samband við at leigusáttmálin til venjingarmiðstøðina í Páls Høll skal endurnýggjast og at kommunan víðkar um fermetratalið, bjóðar Vágs Kommuna alment vinnurekandi møguleika at reka venjingarmiðstøð í Páls Høll. Almenna útboðið hjá Vágs Kommunu kann lesast her og freistin at lata inn tilboð er 13. apríl 2022 kl. 12.00.
Facebook viðmerkingar