Nordic open í inniróðri

Leygardagin 19. mars 2022 verður seinasta inniróður kappingin í hesum umfari.

374 luttakarar úr 16 londum fara at kappast um Norðurlendska Meistaraheitið í inniróðri. Av hesum eru 20 úr Føroyum, sum rógva í 40 ymiskum heatum. Kappingin er skipa av nordicrowing.com, ið er ein róðrarsamgonga av norðurlendsku londunum – Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum.Róðrarsambandið skipar fyri felags kapping í Miðnámsskúlanum í Suðri, har nakrir rógvarar luttaka. Aðrir rógvarar kappast heima, ella í róðrarfelagshølum.

Vit stroyma kappingina á okkara Facebook vanga, og úrslitini vera dagførd so hvørt á innirodur.rsf.fo.
Eisini veðrur gjørligt at fylgja við á Facebook vanganum hjá “Dansk Forening for Rosport”.

Lesið eisini meiri

Post navigation