Earth hour í Vági

Vágs Kommuna er aftur í ár við í Earth hour. Earth hour er heimsins størsta verðurlags tiltak, sum WWF stendur fyri. Earth hour varpar ljós á verðurlagsbroytingar og umhvørvi. Hetta verður gjørt við at heita á heimsins borgarar um at sløkkja ljósini í ein tíma.

Earth hour verður leygarkvøldið 26. mars millum klokkan 20.30 og 21.30. Hendan tíman sløkkir kommunan gøtuljósini í Vági, og heitur kommunan á borgarar um at sløkkja ljósini. Hendan tíma hava vágbingar so tann sjáldsama møguleika at uppliva Vág í myrkri. Um veðrar, so verður skipa fyri gongutúri niðan á Gjógvaráfjall. Við á túrinum er Mortan Mortensen og gingið verður frá plantaguni kl. 19.30. Uppi á Gjógvaráfjallið fáa gongufólkið so møguleika at síggja útyvir Vág og Vágsfjørð uttan órógv frá ljósinum frá bygdini. Vágs kirkja hevur aftankvirru og kirkjan verður bert lýst upp við livandi ljósum.

Tilber at lesa meira um Earth hour á www.earthhour.org.

Facebook viðmerkingar