Í fjør byrjaði arbeiðið við at dagføra og fríðka sonevndu “Súpanarvíkina” á Havnarlagnum á Tvøroyri. Á sumri í fjør varð dýpt framvið keikantinum, stoypt varð fram við eystara endanum og trappur vórðu gjørdar – hesum arbeiðinum stóð MTV-byggivirkið fyri. Trappan, ið er gjørd, er burtur úr tilfari frá gomlu Tvørakei. Hon varð, sambært góðu keldunum á Tvøroyrar Skjalasavni, bygd í 1924 og síðan aftur longd í 1950-unum.
Í august/september byrjaði arbeiðið við at steinseta snotiliga økið í eystara enda av víkini. Torfinnur Hammer, saman við fólki frá MTV-Byggivirkið, hevur steinsett økið og er hetta sera snotiligt á at líta. Miðskeiðis á økinum liggur sonevndi “Kobbasteinurin” ið var eitt uppskot frá MTV-Byggivirkið at seta á økið. Sjálvur átti Torfinnur hugskotið at gera ein lítlan hyl í skapi av steininum, niður í flisarnar. Torfinnur skar hylin til og Terji Nielsen, málarameistari, klæddi síðurnar við epoxy og slípaði tær. Til- og frárensl er í hylinum og lokala fyritøkan Bærendsen Teknik hevur lagt ljós í hylin, ið lýsa steinin upp.
Økið er nú eitt prýði fyri býin, men liðugt er ikki enn. Í næstum verður farið undir at gera víkina lidna. Keikantur skal gerast á norðaru síðuni og í samband við dagføring av smábátahavnini vestan fyri Delta Seafood, verða atlit tikin til tungu ferðsluna. Arbeiðið við at gera norðursíðuna lidna er boðið út til tveir lokalar veitarar og koma tilboðini inn í apríl, til viðgerðar.
Tá arbeiðið er liðugt er økið ein innbjóðandi partur av miðbýnum, ið vónandi fer at skapa trivnað og gleði millum borgarar og vitjandi.
Kelda: Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar