Sunnukvøldið 27. mars kl. 19:00 verður stór stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina send sum beinleiðis sjónvarpssending í Kringvarpi Føroya.
Til konsertina spæla fleiri av okkara bestu tónleikarum, millum annað Eyðun Nolsøe, Lena Andersen, Signar í Homrum, Guðrið Hansdóttir. Harumframt verða samrøður og viðkomandi innsløg um flóttahjálparátøk bæði úti í heimi, og her í Føroyum.
Longu nú ber til hjá fólki og fyritøkum at stuðla. Fyritøkur kunnu skráseta stuðulsupphædd á www.hjálp.fo, sum gevur møguleika at koma á rullandi bannaran, sum verður at síggja LIVE undir sendingini.
Longu nú kanst tú eisini ringja á 905656 og stuðla við 150 krónum, ella lata eina peningagávu umvegis bankan:
- Bank Nordik: 6460 4946954
- Betri: 9181 4950013
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Konsertin er ókeypis og verður í Lívdini í Hoyvík. Tað er pláss fyri áleið 600 áhoyrarum, og vóna at tað verður góð uppmøting.
Les meira um stuðulskonsertina á https://redcross.fo/studulskonsert/
Hjartans tøkk til bæði fólk og fyritøkur, sum velja at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa
Facebook viðmerkingar