Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 6. og 7. mai – og bjóðar Dansibandsfestivalurin sum øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans, morgunmat og grillkvøld, og ikki minst hugna og gestablídni
Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum. Í ár eru vit sera fegin um at kunna boða frá, at ein av okkara egnu – Steintóra Gleðisheygg Joensen verður prestur til Dansibands-gudstænastuna.
Steintóra varð prestvígd í Havnar kirju í apríl í fjør og er fyribilssett sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.
Í heyst varð dokumentarurin ”Sjey dagar við Steintóru”, sum Finnur Koba legði til rættis vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya – og kann hann síggjast her.
Tíðindaskriv frá Dansibandsfestivalinum
Facebook viðmerkingar