Felags betraliðið í kvinnudeildini tók í dag ímóti Víkingi á heimavølli á Eiðinum í Vági. Undan dystinum var greitt, at talan gjørdist um ein truplan dyst, nú felagsliðið á fyrsta sinni spælir í bestu kvinnudeildini.
Víkingur byrjaði undan vindinum og hetta gjørdi ikki uppgávuna lættari – og skoraðu Víkinga-kvinnur eisini 12 mál í fyrra hálvleiki, soleiðis at hálvleiksstøðan var 0-12. Í seinna hálvleiki fekk Víkingur 4 mál afturat og dysturin endaði 0-16.
Kvinnurnar á felagsliðnum spældi seg upp í seinna hálvleiki og seinastu 25 minuttirnar fekk Víkingur onki mál.
“Úrslitið ljóðar av nógvum, men skulu okur gerast betri og megna at kappast ímóti teimum bestu í landinum, so er ongin annar vegur enn at taka kampin upp ímóti teimum bestu”, segði ein av spælarunum á felags liðinum eftir dystin.
Næsti dystur hjá kvinnunum er ímóti NSÍ í Runavík sunnudagin 27. mars.
Kelda: www.fcsuduroy.com
Facebook viðmerkingar