Royn og Hvalbiar skúli gjørdu her fyri avtalu við venjararnar hjá Royn, Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen. Avtalan innibar, at teir skuldu taka sær av øllum ítróttatímum í skúlaskemanum fyri mars mánað úti í Roynhøllini.
Í hesum sambandi vóru teir báðir á vitjan í Hvalbiar skúla, har teir heilsaðu upp á allar flokkarnar.
Avtala varð eisini gjørd við skúlabussin v/ Johild Poulsen og Taxa v/ Maritu Poulsen um at koyra skúlabørnini til og frá ítrótti mánaðin út.
Hetta er liður í at stimbra áhugan hjá ungdómunum í sóknini til at taka lut í ítróttavirkseminum hjá Royn soleiðis, at enn fleiri leggjast afturat. Næstan 50% av ungdómunum í sóknini eru í løtuni íðkandi í Royn, og er hetta sera jaligt fyri framtíðina hjá felagnum!
Facebook viðmerkingar