Páls Høll søkir eftir tær, ið vil hava parttíðarstarv sum lívbjargari í Páls Høll. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av trygd, reingerð og kundarøkt.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- standa fyri trygdini í hylinum
- reingerð av Páls Høll
- avgreiðslu av viðskiftafólki
- fyrireika ymisk tiltøk í Páls Høll
Harumframt kemur tú at hava fastar vaktir annaðhvørt vikuskifti, bæði leygardag og sunnudag. Møguleiki er eisini fyri meirarbeiði eftir nærri avtalu við leiðaran.
Okur vænta, at tú:
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- dugur væl at samstarva, men kann arbeiða sjálvstøðug/t
- vísur arbeiðssemi og nærlagni
- hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða viðskiftafólki
- hevur góðar telduførleikar
- dugur at halda gott reinføri
Harumframt skalt tú duga væl at svimja og skal standa lívbjargararoyndina.
Okur ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur staðið lívbjargararoyndina, hevur royndir innan reingerð og aðrar royndir frá líknandi arbeiði.
Løn og setanartreytir:
Starvið er tímalønt og lønt í lønarflokkið 2 í sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn og spurningar
Tú kanst senda umsókn og avrit av lívrensli og viðkomandi prógvum til vagur@vagur.fo. Freistin er 30. mars kl. 12.00.
Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Jens Petur Brattalíð á telefon 28 50 00 ella Petry H. Mortensen telefon 73 30 08.
Páls Høll
Facebook viðmerkingar