Øll gleðast um, at dagarnir, har korona-farsóttin darvar gerandisdagin eru lagdir afturum í hesum umfarinum. Hetta hevur gjørt tað gjørligt hjá okkum, saman við høvuðsstuðli okkara BankNordik, at kunna seta Skúlafótbólt á dagsskrá aftur í vár.
-Og móttøkan hevur verið framúr góð. Tilmeldingarnar streyma inn og eftir 1 viku hava fleiri enn 60 lið og útvið 500 næmingar meldað seg til Skúlafótbólt várið 2022.
Tit kunnu eisini meldað tykkara flokk til, tað gera tit á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo undir Tilmeldingarskjal, skrivar Skúlafótbóltur á heimasíðuni.
Facebook viðmerkingar