Vágs Timburhandil byrjaði sítt virksemi í 80’unum og var tað Brynjolf Kristiansen, sáli, sum setti fyritøkuna á stovn. Síðstu nógvu árini hava brøðurnir Sølvi og Helgi rikið fyritøkuna og síðstu 2-3 árini hevur Helgi Kristiansen rikið Vágs Timburhandil. Vágs Timburhandil hevur sostatt verið ein stórur partur av menningini í Suðuroy síðstu mongu árini. Seinastu góðu 30 árini hevur Vágs Timburhandil ligið á Oyrunum í Vági, har eitt nú eisini Páls høll og Marghøllin eisini liggja.
Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram.
Helgi Kristiansen, fyrrverandi eigari og núverandi leiðari sigur soleiðis:
“Vágs Timburhandil takkar øllum fyri dyggan stuðul gjøgnum øll árini, eg vóni at allir suðringar taka væl í móti Bygma Suðuroy.”
Hóast góð úrslit síðstu árini, má Helgi Kristiansen ásanna, at tað gerst trupult at fáa vøru til rættan prís, tá ið ein er ein lítil og einsamallur timburhandil, samanborið við størru fyritøkurnar og keturnar.
Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev sigur soleiðis um keypið:
“Vit eru sera takksom fyri møguleikan at framhaldandi at kunna veita suðringum gott og breitt vøruúrval, vit gleða okkum at veita øllum suðringum framhaldandi góða tænastu.”
Keypið er treytað av góðkenning frá kappingareftirlitinum.
Facebook viðmerkingar