Stjórin á Strandferðsluni fer úr starvi

In.fo: Tað er nú greitt, at Strandferðslan skal hava nýggjan stjóra. Hilmar Eliasen, sum hevur verið stjóri seinastu árini, fer nú frá. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Hilmari Eliasen sjálvum, men Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, váttar tíðindini.

Hann sigur, at stjórin er sjúkrameldaður, men at ein fráfaringaravtala er gjørd við hann. Avtalan er galdandi frá 1. mai, men landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvat liggur í henni. Hann vil heldur ikki siga, hví stjórin fer úr starvi, men hann hevur verið fyri atfinningum í samband i við nýggju ferðaseðlaskipanina, sum Strandferðslan skal hava, men sum hevur kostað nógv meiri enn ætlað – og sum heldur ikki varð boðin út.

Hesa tíðina, Hilmar Eliasen hevur verið sjúkrameldaður, hevur Jóan Petur Abrahamsen virka sum stjóri og tað heldur hann fram við í eina tíð afturat.

Facebook viðmerkingar