Páskini í Frelsunarherinum í Vági

Vit fáa vitjan av Bjørg Trondstad og Kari Klingsheim úr Kristiansand úr Noregi. Báðar eru virknar í Frelsunarherinum í Kristiansand. Tær hava eisini í ymsum tíðarskeiðum verið samkomuleiðarar í Frelsunarherinum í Føroyum. Bjørg í Tórshavn frá 1987-1990 og Kari í Vági í 1988. Bjørg hevur eftir hetta, vitja í Føroyum nakrar ferðir, men viðmerkjast skal, at hettar er fyrstu ferð at Kari vitjar aftur í Vági og Suðuroynni síðan tá. Tær báðar síggja fram til at vitja okkum og at verða saman við okkum um páskahøgtíðina og vit gleða okkum eisini til at bjóða teimum vælkomnum suður til Vágs.

Týsdagin eftir páskir, fáa vit vitjan av Vágbinginum Poul Hera Midjord, sum býr í Oslo og starvast sum dagligur leiðari hjá «Såpe bilpleje, Oslo» hjá Frelsunarherurin, sum er eitt arbeiðstilboð til leyslatnar fangar sum ynskja at verða hjálptir útaftur í samfelagið. Poul Heri kemur at verða við til «Orðið á borðið» hendan morgunin

Møtini um páskini eru:

Skírisdag kl 17 Møti, Bjørg Trondstad talar og nátturði verður aftaná møtið.

Langafríggjadag kl 17 Møti, Kari Klingsheim talar.

1.Páskadag kl 09.30 «Páskafrøði» vit hátíðarhalda Jesu uppreisn og eta morgunmat saman.

1.Páskadag kl 11 Páskamøti, Bjørg Trondstad talar.

kl 14 Sangløta við sangi og vitnisburði á p-økinum, omanfyri húsini hjá Svenning Borg, vesturi í bø. (um viðrar)

Týsdagin 19 apríl kl 09.30 ”Orðið á borðið”, vitjan av Poul Hera Midjord

Facebook viðmerkingar