Samgongan fer at góðtaka, at Danmark tekur yvirtikin málsøki aftur. Tað tykist greitt eftir margháttliga svarið frá løgmanni til fyrispurning mín um, hvørji yvirtikin málsøki kunnu verða mett at koma undir uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, sum er danskt málsøki.
Løgmaður roynir at sleppa uttan um við at svara, at fyritreytin fyri spurninginum er skeiv. Men samstundis sigur løgmaður: ”Tað er ikki altíð, at markamótið millum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt. Málsøkini kunnu verða flættað inn í hvørt annað.”
Altso, at yvirtikin málsøki kunnu koma undir trygdar-, verju- og uttanríkispolitikk og harvið á danskar hendur.
So hóast løgmaður annars svarar spurningnunum stutt og greitt ”Nei”, so nevnir hann eisini tvey dømi, har togan er millum Føroyar og Danmark – annað er fjarskiftisøkið, og hitt er útlendskar íløgur.
Hetta samsvarar við tað, ið danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði í røðu í fjør: ”…det bliver vanskeligere at skelne mellem det, der er færøsk og grønlandsk ansvar. Og det, der er dansk ansvar.”
Hetta mugu vit ongantíð góðtaka.
Loysnin er loysing, tí tá er onki ivamál.
Beinta Løwe
Facebook viðmerkingar