Livikostnaðurin rýkur upp. Samstundis sum størstu fyritøkurnar og bankarnir ríka seg upp. Enn einferð er tað vanligi føroyingurin, ið skal hava rokningina, tá ið valdsharrar og peningavaldið skapa kreppurnar. Hetta gongur ikki. Vit hava tørv á politikki og hjálparpakka fyri vanlig fólk
Hagstovan hevur í dag lagt fram brúkaraprísirnir fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, og talan er um størsta prísvøkstur í nýggjari tíð. Bara oljurokningin er dýrkað 40% seinasta árið. Uppgerðin hjá Hagstovuni er enntá gjørd, áðrenn russiska álopið á Ukraina, og vit vita, at tølini uttan iva eru og verða so nógv ógvusligari.
Í Føroyum veksur ójavnin í hvørjum. Lesa vit miðlarnar í hesum døgum, er skjótt hjá mær at koma í døpurhuga. “19.000 kr. dýrari at keypa mat” var ein yvirskrift, meðan “700 milliónir í vinningsbýti” var ein onnur. Størstu fyritøkurnar, bankarnir og reiðaríini hava metstór yvirskot og vinningsbýti, meðan vanligi føroyingurin fær alsamt torførari við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hugsa bert um kostnaðin av at seta búgv og at skapa sítt egna heim, umframt allar vanligar útreiðslur í gerandisdegnum, sum nú spola enn meira avstað.
Men politiskt er larmandi tøgn frá landsins stýri. Samgongan hevur longu boðað frá, at tey hava ongar ætlanir um at gera gerandisdagin bíligari, men hava hinvegin eitt uppskot í tinginum í hesi løtu, sum leggur upp til at hækka avgjaldið á brennievni. Samstundis hava størstu reiðaríini – eisini tey við útlendskum ognarskapi – fingið, frá degi til dags, heili 250 milliónir krónur í skattalætta árliga – t.e. væl meira enn 500 milliónir, síðan hendan samgongan tók við. Tá tað snýr seg um peningaáhugamálini hjá stórkapitalinum bróta teir vakt. Men tá tað kemur til vanliga føroyingin, verður fingurin ikki lyftur, men eyka byrðar lagdar á.
Hetta gongur ikki, og tað fara vit í Tjóðveldi aldri at góðtaka. Vit krevja, at politikkur aftur verður fyri vanlig fólk. Vit hava tørv á einum “hjálparpakka” til vanliga føroyingin og tey, sum hava minst. Løgtingið átti at samst um ein pakka til vanlig fólk við m.ø. hesum átøkum:
– At brennistuðulin til pensjónistar eigur at hækka. Hesin stuðulin kemur serliga teimum pensjónistum til góðar, ið einki annað hava enn fólkapensjón og samhaldsfasta.
– Eitt lønarlyft til lægstu lønirnar, sum vit hava havt uppskot um á tingi.
– At familjuískoytið eigur at hækka til familjur í fátækraváða.
– At fyritíðarpensjónirnar eiga at hækkast.
– At vit í eina tíð skulu loyva, at fyri lág- og miðallønt, kann partur av kravdu pensjónsuppsparingini gjaldast út sum løn – og at vansin av hesum fyri tann einstaka seinni kann javnast.
– At Bústaðir beinanvegin fáa heimild at byggja bíligari bústaðir – umframt lestraríbúðir – og fær heimild at veita stuðul til fólk at byggja hús kring landið (sum vit fleiri ferðir hava havt uppskot um á tingi.)
Høgni Hoydal
Facebook viðmerkingar