Í nógv ár hevur Eikilund havt plásstrot, serliga í barnagarðinum. Hetta kemur av, at tað flyta barnafamiljur til Vágs við børnum sum hava aldur til barnagarð.
Nú hevur Vágs Býráð avgjørt, at keypa húsini sum standa eystanfyri Eikilund. Hesi hús hava verið brúkt sum barnagarður, áðrenn nýggji barnagarðurin Eikilund bleiv bygdur.
Við nýggja húsinum fær barnagarðurin nógvar nýggjar hølismøguleikar bæði til børnini og starvsfólki, og av tí at báðir býlingarnar eru so tætt saman, opna vit fyri góðum møguleikum til framtíðar útbygging av bæði barnagarðinum og ikki minst økinum rundan um barnagarðin, sigur Levi Mørk, formaður fyri Barna og ungdómsnevndina hjá Vágs kommunu.
Skal kommunan bjóðar nýggjum familjum vælkomin til Vágs, er neyðugt at vit hava ansingarpláss til øll børn, á einum góðum og tryggum stovni.
Men tað skal gerast nakað, áðrenn tey kunnu takast í brúk, væntandi verða tey klár at taka í brúk fyrst í komandi ár.
Kelda: Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar