16 filmsverkætlanir fáa 1.8 mió. kr.

Stuðul verður latin 16 umsóknum um stuðul til film í fyrra umfari 2022. 31 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 5,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 16 fingu stuðul:

Torfinnur JákupssonTinganes150.000
Ebba Malena Debess ThomsenLítla150.000
Hugmynd v/Eir í ÓlavsstovuAbbi120.000
Terji MohrSorgarbúnin6.500
Felagið Føroysk RossFøroyska rossið150.000
Turf Roof Productions v/ Hans Kristian Eyðunsson HansenTrøllini og huldugentan75.000
Terji MohrPerlan7.000
Rógviper sp/f  v/Rógva RasmussenRótfesti50.000
Helmsdal Media v/Gudmund HelmsdalVandaferð50.000
Rógviper sp/f v/Rógva RasmussenHeartist150.000
Felisia Jógvansdóttir HelmsdalKom bara við75.000
Atli Brix KambanStorkur70.000
Mariann SofiasdóttirNóra35.000
Jónfinn StenbergMeg minnist eina mynd175.000
Symphor Film v/ Franklin HenriksenGrímur Havreki75.000
Kykmyndir v/ Jón HammerThe Last Paradise on Earth450.000

Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450 tús. kr. til spælifilmin The Last Paradise on Earth eftir Sakaris Stórá. Tað er søgen um ungan mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.

Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.

Jónfinn Stenberg hevur fingið 175 tús. kr. til ein novellufilm við arbeiðsheitinum Meg minnist eina mynd. Filmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.

Samlaða filmsjáttanin er 3,5 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. septembur 2022.

Mynd: Kykmyndir: The Last Paradise on Earth

Facebook viðmerkingar